Hvat fái eg?
- Heimasíðan verður gjøgnumgingin, har hugt verður hvørjar upplýsingar tú sum dátuábyrgdari innsavnar frá vitjandi.
- Vit útvega kláran tekst ið kann leggjast á heimasíðu tykkara.
- Fráboðan á forsíðuni, har vitjandi kunnu velja hvørjar upplýsingar heimsíðan kann nýta og viðgera.
Persónsupplýsingar eru upplýsingar, sum kunnu knýtast at tær sum persónur. Tað kann vera navn, bústaður o.s.fr., men eisini aðrar upplýsingar og dátur, sum óbeinleiðis kunnu knýtast til tín.
Dátuverndarlógin er í høvuðsheitum grundað á ES fyriskipanina um viðgerð av persónupplýsingum (Generel Data Protecion Regulation – GDPR), sum kom í gildi í ES 25. mai 2018.
1. januar 2021 kom nýggj lóg í gildi, sum krevur at tú sum dátuábyrgdari, kunnar brúkarar av tíni heimasíðu um:
- Hvørjar persónsupplýsingar verða viðgjørdar
- Til hvat endamál verða hesar upplýsingar nýttar til
- Hvørjum deila tit hesar upplýsingar við
- Eisini skulu brúkarar hava ræði á sínum persónsupplýsingum
Les meiri á https://dat.fo/datuverndarlogin/